Tryggið haldførið

Komið nú loysið støðuna, gerið hana ikki verri

Tað tykist hugstoytt at síggja viðgerðina av lógaruppskotinum um at taka burtur okkara samráðingaramboð, og noyða okkum út í eitt nógv longri verkfall.  Vit hava í fimm vikur givið undantøk, meðan Fíggjarmálaráðið hevur trillað tummilfingrar.  Tað hevur leingi staðið okkum greitt, at Fíggjarmálaráðið ikki hevur havt nakran áhuga í at finna semju. Men hevur bíðað…