Virkin deyðshjálp í Føroyum?

Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið, og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar skipa í felag fyri almennari ráðstevnu í Løkshøll hin 22. apríl 2026 kl. 9.00-15.00. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á nakrar av kjarnuspurningunum, sum knýta seg til virkna deyðshjálp. Í løtuni er virkin deyðshjálp revsiverd í Føroyum, sambært § 239 og 240 í…

Yvirlýsing frá Norðurlendsku Sjúkrarøktaretisku Ráðnum um harðskap móti heilsustarvs-fólki og sjúklingum í Sudan

Álop  á heilsumiðstøðir í Sudan eru økt munandi  í sambandi við borgarakríggið sum herjar í økinum. Norðurlendska netið av Sjúkrarøktaretiskum Ráðum vil við hesum vísa sína djúpu dorg og fordøma tann ræðuliga harðskap, sum rakar sjúkrarøktarfrøðingar, sjúklingar og teirra avvarðandi. Sambært Heimsheilsustovninum (WHO), vísti uppteljingin seinast í oktober, at minst 460 ósekir borgarar vóru dripnir…

Ferðafrásøgn frá Norðurlendskum fundi fyri Sjúkrarøktaretisk ráð

Ferðafrásøgn  frá norðurlendska fundinum hjá Sjúkrarøktaretiskum ráðum í døgunum  19 og 20 september 2025 Einaferð um árið hittast sjúkrarøktaretisku ráðini í Noregi, Danmark, Grønlandi, Svøríki og Føroyum til fundar yvir tveir dagar. Hóast ráðini úr øllum londum kunnu koma við uppskotum og ynskjum um evni at seta á skrá, er tað vertslandið sum eigur endaligu…

Hvør hevur valdið yvir menningini av vitlíki innan umsorganarøkið?

Hin 19 og 20 september var árligi netfundurin hjá Sjúkrarøktaretisku Ráðunum í Grønlandi, Svøríki, Noregi, Danmark og Føroyum hildin í Svøríki. Evnið hesaferð  var Umsorganar-og røktaretikkur og vitlíki, eitt sera viðkomandi og áhugavert evnið. Úr døgunum spratt henda felags framsøgnin: Hvør hevur valdið yvir menningini av vitlíki innan umsorganarøkið?  Á einum fundi á Sigtunastiftelsen í…

8. septembur 2025 varð almenn ráðstevna hildin í Norðurlandahúsinum við heitinum “Raðfestingar í almennum heilsutilboðum: Hvat er rætt og rættvíst at gera?”. Ráðstevnan hevði til endamáls at birta í kjak um raðfestingar av heilsutilboðum innan almenna geiran, og at varpa ljós á týdningin av gjøgnumskygni og rættvísi í raðfestingarprosessum. Nú ber til at síggja upptøkur…

Heilsutøkni, etikkur og sjúkrarøkt

Heilsutøkni sum t.d. vitlíki ger seg meira og meira galdandi í heilsuverkinum. Talan er um tøkni, sum kann greina skanningar, blóðroyndir og journaldata, hjálpa okkum at skriva og geva okkum uppskot og vegleiðingar. Men hóast alt hetta, er vitlíki bara eitt amboð. Tøkni hevur hvørki kropp, kenslur ella samvitsku. Hon veit ikki, hvat orð merkja…

Hvussu verða vit meira næstakær?

Fyrilestur í Løkshøll hin 27 oktober kl 19.00 Ein fyrilestur um dannilsi, etikk, sóma, sjálvsfatan – og kærleika Hvat merkir dannilsi í okkara tíð, og hvussu kunnu vit læra at duga betri at  møta hvørjum øðrum við virðing, sóma og næstakærleika? Í hesum áhugaverda fyrilestri gevur Katrine Lilleør eitt boð uppá,  hvussu etikkur, sjálvsfatan og…

Almenn og ókeypis ráðstevna um raðfestingar í almennum heilsutilboðum

8. septembur 2025 kl. 13.00 – 16.00 verður almenn ráðstevna hildin í Norðurlandahúsinum við heitinum “Raðfestingar í almennum heilsutilboðum: Hvat er rætt og rættvíst at gera?”. Ráðstevnan hevur til endamáls at birta í kjak um raðfestingar av heilsutilboðum innan almenna geiran, og at varpa ljós á týdningin av gjøgnumskygni og rættvísi í raðfestingarprosessum. Á skránni…

Sjúkrarøktarfrøðifaklig dygd undir trýsti?

Sjúkrarøktarfrøðifaklig dygd undir trýsti? Ein av mest umrøddu heilsupolitiska avbjóðingunum í nútíðar vesturlendskum samfeløgum er vantandi starvsfólk innan heilsu- og sjúkrarøkt. Hetta er eisini ein trupulleiki, sum vit merkja í her á landi, og sum framrokningar vísa, bara fer at vaksa seg størri komandi árini, verður onki munagott gjørt til at bøta um. Átøk fyri…

Dagføring yrkisetiskar leiðreglur – longd hoyringsfreist

  SER hevur gjørt eitt uppskot til dagføring av Yrkisetisku Leiðreglunum Tað, sum er skrivað við skráskrift, er annaðhvørt umorðað ella lagt afturat verandi leiðreglum Verandi leiðreglur finnur tú  her Allir limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava nú møguleika fyri at viðmerkja uppskotið. Hoyringsfreist er hin 1. september.  Skriva til etikkur@sjukrarokt.fo Tá hoyringstíðin er av,…

Hevur tú hug at gerast nevndarlimur í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum?

Val er til Sjúkrarøktaretiska Ráðið (SER) annaðhvørt ár og verður sostatt aftur til ársaðalfundin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í 2025. Í ráðnum eru 7 limir og 4 limir standa fyri valið hesuferð. Sambært viðtøkum hjá SER, skulu valevni verða sjúkrarøktarfrøðingar við minst tvey ára arbeiðsroyndum. Valskeiðið er 4 ár og limir í SER mugu ikki…

Fyrsti bloggurin hjá SER

Fyri nøkrum mánaðum síðan, byrjaði SER at eggja sjúkrarøktarfrøðingum og sjúkrarøktarfrøðilesandi til at skriva bloggar fyri SER. Endamálið er at miðla sjúkrarøkt í breiðum týdningi og nærri kunning fæst her:https://sjukrarokt.demo.fo/hevur-tu-hug-at-blogga-fyri-sjukraroktaretiska-radid/ Hin fyrsti bloggurin er skrivaður av Eivy Kristiansen og er nú tøkur her: https://sjuketik.blogspot.com/2024/12/umsorgan-i-modernaa-heilsuverkinum.html  Vit fegnast um bloggin hjá Eivy, og vóna, at fleiri koma…

Fyri og í móti undantøkuáseting í fosturtøkulógina

Í samband við uppskotið um nýggja fosturtøkulóg, hevur kjak tikið seg upp fyri og í móti eini undantøkuáseting í lógini. Ásetingin skal loyva heilsustarvsfólki at nokta at fremja ella luttaka í fosturtøku vegna trúarligar ella moralskar sannføringar. Summi halda tað verða sjálvsagt og ein menniskjarættur, meðan onnur halda ikki tað kann verða rætt, at heilsustarvsfólk…

Hevur tú hug at blogga fyri Sjúkrarøktaretiska Ráðið?

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur ella sjúkrarøktarfrøðilesandi og hevur hug at blogga fyri Sjúkrarøktaretiska Ráðið? Bloggurin skal snúgva seg um sjúkrarøktaryrki ella tað at verða sjúkrarøktarfrøðingur í breiðum týdningi. Hann hevur ikki fyri neyðini at snúgva seg um etikk og kann bæði verða álvarsamur, stuttligur, spískur, speiskur ella júst soleiðis, sum tú heldur hann skal vera. Hann…

Fimm fet frá ráan

TEMADAGUR við Dorthe Birkmose 13 september 2024 kl 9-15 Sjúkrarøktaretiska Ráðið og Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar skipa fyri temadegi við Psykologinum Dorthe Birkmose, undir heitinum: Fimm fet frá ráan Tá starvsfólk kennir seg umsorganarmøddan, máttleysan og moralskt strongdan, kann ráan verða ein máti, viðkomandi brúkar til at megna støðuna. Ráan er ein roynd at tola ov…

Í DAG ER ALTJÓÐA ETIKKDAGUR

Og hann hátíðarhalda vit við at leysgeva gullklumpar frá norðurlendsku Sjúkrarøktaretisku ráðstevnuni, sum Sjúkrarøktaretiska Ráðið var vertur fyri hin 7 og 8 september í ár. Hendan ráðstevnan er eitt afturvendandi tiltak, sum er á hvørjum árið, har ráðini hittast at umrøða felags áhugamál. Hesuferð valdu vit at lýsa evnið ”Sprogets betydning for etikkens rum i…

MÁLSLIGA ÁVIRKANIN Á ETISKA RÚMIÐ Í SJÚKRARØKTINI

Hin 7 og 8 september í ár skipaði Sjúkrarøktaretiska Ráðið fyri árligu ráðstevnuni fyri norðurlendsk Sjúkrarøktaretisk Ráð, sum hesuferð var hildin í Tórshavn. Evnið fyri ráðstevnuna var ”Sprogets betydning for etikkens rum i sygeplejen”. Á ráðstevnuni var orðaskifti um maktina í málinum og ávirkanina, sum málið hevur, eisini á sjúkrarøktina. Ein makt, sum kemur til…

Pennurin er sterkasta svørið – og nú er tíðin, at hvessa pennin Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Sjúkrarøktaretiska Ráðið  savna saman tilfar, sum er skrivað av sjúkrarøktarfrøðingum um føroyska sjúkrarøkt. Tað er Sprotin sum ritstjórnar og gevur út í bók.   Endamálið við bókini, er at lýsa sjúkrarøktina upp á ymiskar mátar, soleiðis at føroyski borgarin…

Sjúkrarøktaretiska Ráðið á rundferð

Í junimánaða skipar Sjúkrarøktaretiska Ráðið fyri tiltøkum í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn. Øll til tøkini byrja kl 19.00 og enda kl 21.30 Innihaldið er hitt sama øll støðini: Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur,  heldur fyrilestur  undir heitinum “Yrki, aldurisma og storytelling” Aftaná verður  høvi at kjakast um evnið Síðan skipar SER fyri dialogi út frá…

Sjúkrarøktaretiska Ráðið 30 ár

Innbjóðing til 30 ára hald hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum Í samband við, at tað í ár eru 30 ár síðan, at Sjúkrarøktaretiska Ráðið var sett á stovn, verður skipað fyri móttøku á sjálvum føðingardegnum hjá Florence Nightingale og altjóða degnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar Fríggjadagin hin 12 mai kl 13.30 Parnassið Hotel Hafnia   Skrá 13.30  Ingun Gaardbo,…

Takk fyri søgur og stuðul

Vit í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum eru so ógvuliga takksamar fyri, at stuttsøgukappingin fekk so góða undirtøku og at so góð úrslit spurdust burturúr. Sum sjúkrarøktarfrøðingar eru vit vanar at skriva, ikki minst í samband við dokumentatión. Tað eru nokk fleiri við okkum, sum tó uppliva, at dokumentatiónin skal verða so stutt og ofta verður so sundurbýtt,…

Vinnararnir av stuttsøgukappingini hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum eru funnir

Súsanna Funding vann 1. virðisløn í stuttsøgukappingini við søguni “Stjørnan á himmalhválvinum” Dómsnevndin sigur soleiðis um søguna: “Vit í dómsnevndini eru á einum máli um, at stuttsøgan á sannførandi og hugkveikjandi hátt lýsir sjúkrarøktarfrøðingin bæði sum fakpersón og menniskja í eini sera truplari støðu. Hon signalerar ein fakligan stoltleika, eina tilvitan um at vilja gera…

24 sjúkrarøktarfrøðingar á skriviskeiðið

Í gjár møttu 24 hugagóðir sjúkrarøktarfrøðingar til skriviskeið í Sjóvinnuhúsinum, fyriskipað av Sjúkrarøktaretiska Ráðnum. Tað var Marjun Syderbø Kjelnes, rithøvundur, sum hegnilsiga leiddi sjúkrarøktarfrøðingarnar í gjøgnum eina 3 tímars langa skriviprosess, við nógvum góðum hugskotum og ráðum annars. Marjun hevur sjálv royndir við at skriva fiktión við støði í sínum yrki sum sjúkrarøktarfrøðingur. Fyrst stuttsøga…

Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar og lesandi

Um tú er sjúkrarøktarfrøðingur ella lesur sjúkrarøktarfrøði og hevur ein lítlan rithøvund í tær, skriva so eina stuttsøgu. Tað er lítið til av skrivligum tilfari um arbeiðisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum og tí skipar Sjúkrarøktaretiska Ráðið fyri eini stuttsøgukapping. Endamálið er at fáa lýst kompleksa gerandisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum oftast er merktur av, at ymisk…