Starvslýsing: Felagsskrivari til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar leitar eftir einum ágrýtnum og arbeiðssamum felagsskrivara/samskipara, sum hevur áhuga í fakfelagsarbeiði og arbeiðsmarknaðarviðurskiftum. Felagsskrivarin er høgra hond hjá forfólki og nevnd og er virkin í arbeiðinum at mynda og menna sjúkrarøktarfrøðina og fremja áhugamálini hjá limum felagsins. Starvið sum felagsskrivari fevnir um fyriskipandi, umsitingarligar og ráðgevandi uppgávur. Gerandisdagurin er bæði virkin…

Nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu prógv handað í dag

Ikki kann sigast annað enn, at hetta hevur verið ein hendingarík vika hjá nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingunum. Partur av endaligu próvtøkuni til sjúkrarøktarfrøðing er at miðla ta gransking sum bacheloruppgávurnar byggja á. Hetta hevur seinastu árini verið gjørt við, at hava eina framsýning við ”postarum”, har bacheloruppgávunar verða lýstar. Mikudagin kl. 14.00 byrjaði framsýningin í forhøllini á…

Verkfalsrætturin aftur hóttur

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heitir á Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um ikki aftur at skerja verkfalsrættin. Hesa ferð eru tað føroysk verkafólk, ið standa fyri skotum, nú  tað, ljóðar, at Fíggjarmálaráðið saman við Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum leggur verkfalsrættin hjá verkafólki, ið starvast hjá landi og kommunu, fyri fasta gerðarrættin. Um hetta málið verður koyrt í fasta gerðarrætt,…

Ja, vit undrast!

”Sjúkrarøktarfrøðingar undrast” stóð at lesa á KVF í gjár. Ja, vit undrast so sanniliga, men tíanverri ikki meira enn, vit hava gjørt seinastu 50 árini. Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava í áravís víst á, at lønarásetingin í 1969, bólkaði sjúkrarøktarfrøðingar alt ov lágt á lønarstiganum. Tí hava vit barst eitt hart stríð líka síðani fyri at rætta tann…

Góðu limir

Fakfeløg hava bert eitt amboð, tá ósemja stingur seg upp til lønarsamráðingar, og tað er verkfall. Tá løgtingið síðsta hóskvøld 2. november tók hetta amboð frá okkum, var tað eitt ógvusligt stríðsstig, eitt umfatandi álop á sjálvan verkfalsrættin. Men hetta gjørdi eisini, at vit, sum felag, hava mist allar møguleikar at stýra ósemjuni og hevur…

Fráboðan til Fíggjarmálaráðið

Nú Løgtingið leggur upp í ósemjuna millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið og harvið brýtur avtaluna frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar og allar sjúkrarøktarfrøðiligar leiðslur, ið starvast eftir sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið á…

Soljóðandi skriv er sent til løgmann, Aksel V. Johannesen

Góðan dagin   Aksel V. Johannesen, Løgmaður Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur 10. apríl 2014 gjørt eina avtalu við Fíggjarmálaráðið um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi út frá Løgtingslóg um semingsstovn § 7. stk. 1. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur hildið seg til hesa avtaluna og stendur við avtaluna. Tó skal sigast, at um tú, sum løgmaður,…

Ábyrgdarloysið steðgar her!

Í skjótt fimm vikur hava føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar verið í verkfalli. Ikki tí at tað er nøkur ynskistøða, men tí at vit ikki høvdu annað val. Sjúkrahúsverkini í grannalondunum eru fyri hóttafalli orsaka av mangli á sjúkrarøktarfrøðingum, og eisini í Føroyum er mangulin eyðsýndur og vaksandi.  Í síðstu viku rópti ein ungur yvirlækni varskó um tað…

Larmandi tøgn úr Fíggjarmálaráðnum

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur síðani 2. oktobur verið í verkfalli. Síðani tá er verkfallið alsamt víðkað, og frá í morgin fevnir tað um 40 deildir á øllum trimum sjúkrahúsum.   Allar seingjardeildir hava longu verið í verkfalli í 17 dagar, og eftir tað, er arbeiðið lagt niður á øllum skurðdeildum og flestu amubulatorium. Verkfallið fevnir…

Stuðulskriv frá norðurlenskum sjúkrarøktarfrøðingum

340.000 sjúkrarøktarfrøðingar í Norðurlondum stuðla føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í sínum stríði fyri góðar arbeiðsumstøður, og fyri løn, ið svarar til útbúgvingarstøði, førleikar og ábyrgd. NNF, norðurlendska samstarvið fyri sjúkrarøktarfrøðingar, umboðandi norska, danska, svenska, íslendska og finska felagið, stuðlar sínum starvsfeløgum í Føroyum. Sjúkrarøktarfrøðingar, og teirra serfrøði, eru lívsneyðug fyri at samfeløg kunnu veita góða og rættvísa heilsutænastu…

Íslendskir sjúkrarøktarfrøðingar vísa sín samhuga

INA, felagið hjá íslendskum sjúkrarøktarfrøðingum hevur boðað frá, at felagið stuðlar okkum í verkfallinum, í opnum skrivi siga tey: Góðu starvsfelagar, INA stendur við tykkara lið. Tit hava okkara fulla samhuga í hesum trupla stríði, ið liggur fyri framman. Tykkara stríð er sama stríð sum okkara. Sjúkrarøktarfrøðingar fáa ikki løn sambært arbeiðsbyrðu og ábyrgd, hetta…

Fráfaringarløta fyri Ænu Reinert

Í sambandi við, at Æna Reinert, eftir drúgva tænastu fer frá sum fyrisitingarleiðari hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, skipar felagið fyri almennari móttøku á Panorama á Hotel Hafnia á altjóða sjúkrarøktarfrøðisdegnum, friggiadagin 12. mai frá kl 15-30 til 17.30. Æna byrjaði sum nevndarlimur í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í 1991, og hevur tænt felagnum líka síðan tá, fyrst…

Lesarabræv: Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar haldast fyri gjøldur

Størsta føroyska herðaklappið til sjúkrarøktarfrøðingar nakrantíð, fer til útlendskar sjúkrarøktarfrøðingar. Undirløn ger, at tað mangla sjúkrarøktarfrøðingar í føroyska heilsuverkinum. Nú egnir føroyska Sjúkrahúsverkið uttalands við fríum bústaði og trídupultari løn, bara tú ikki hevur bústað í Føroyum. Hetta er at halda sjúkrarøktarfrøðingar her á landi fyri tað turra spott. Seinastu árini hava sáttmálasamráðingarnar ímillum Felagið…

22. juni verður postaraframsýning á LS

Nýútbúnir sjúkrarøktarfrøðingar sýna fram postarar í Forhøllini á Landssjúkrahúsinum 22. juni 2022, frá kl. 14.00 – 16.00 Evnini á postaranum eru frá bachelorritgerðunum hjá nýútbúnu sjúkrarøktarfrøðingunum.   Heiti á ritgerð: At vera ung við kroniskari tarmbrunasjúku Rithøvundar: Anna Sofía Hjalt Mohr, Maria D. í Garði Skála, Mina N. Sirdal Henriksen   Heiti á ritgerð: Faktorar…

Declaration of Support to Finland from the Nordic Nurses’ Federation

Samstarvið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Norðurlondum stuðlar finsku fakfeløgunum í teirra verkfalli. The Nordic Nurses’ Federation supports the Finnish health care professionals and their organizations, Tehy and SuPer, in the fight for a better salary and decent working conditions. The Nordic Nurses’ Federation (NNF) expresses its full support and solidarity to the Union of Health and…

Mildrid Rasmusdóttir ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2022

Um ársins sjúkrarøktarfrøðing verður sagt, at Mildrid hevur: Ment sjúkrarøktarfrøðina á skaðaambulatoriunum til gagn fyri sjúklingar og starvsfólk Víst góð samstarvsevnir við at skipa tvørfakligt samstarv á skaðaambulatoriunum Er faklig inspiratión fyri sínar starvsfelagar við at hon: altíð heldur sína fakligu vitan dagførda altíð er klár at miðla hesa vitan til starvsfelagar og lesandi altíð…

Hevur tú uppskot til ársins sjúkrarøktarfrøðing 2022?

Felagið hevur avgjørt at limir felagsins skulu hava møguleika at velja ársins sjúkrarøktarfrøðing 2022. Orsøkin til hesa avgerð er, at sjúkrarøktarfrøðingar í dagliga arbeiðinum eru fyri stórum avbjóðingum – bæði fakliga og kensluliga. Felagið virðismetir arbeiðið tit gera, og vil tí heiðra ársins sjúkrarøktarfrøðing. Fortreytirnar fyri at kunna veljast til ársins sjúkrarøktarfrøðing eru: Virkin limur…

Almenn framløga um skipan av dygdargóðum heilsutænastum í primera geiranum

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skipar fyri almennari framløgu um skipan av dygdargóðum heilsutænastum í primera geiranum við høvuðsdenti á eldraøkið og sjúkrarøktarfakligar førleikar. Framløgan verður í Smæruni mánadagin 17. januar 2022 kl. 14, og verður stroymd her:   Skrá: Óluva í Gong, forkvinna, bjóðar vælkomin Framløga av tilmælinum, ið Sunnuva á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingur og master í…

Skerjir man sjúkrahúsverkið, so skal man vera klárur at taka fylgjuna

Eitt sjúkrahúsverk í heimsklassa. Eitt sjúkrahúsverk, ið lovar viðgerðartrygd. Tað er púra vist, at vit ynskja okkum nógv, men tað sær ikki út til, at politiska skipanin vil gjalda. Skerjingar í sjúkrahúsverkinum er sjálvsagt ein politisk avgerð, men eitt er heilt vist, tey, sum taka hesa avgerð, mugu eisini taka ábyrgd av fylgjunum. Sum eina…

Felags yvirlýsing samtykt av Sjúkrarøktaretisku Ráðunum í Norðurlondum

Felags yvirlýsing, samtykt av Sjúkrarøktaretisku Ráðunum í Norðurlondum, í sambandi við Norðurlendskan Etikk ráðsfund í Kolding 27 – 28 september 202 Sjúkrarøktarfrøðingar vilja ikki skírast hetjur Heimsfevnandi útbreiðslan av Covid-19 smittuni hevur lært okkum nógv um, hvussu samfelagið virkar í kreppustøðu, og hvussu heilsuverkið virkar undir so álvarsligum trýsti, sum ein alheimsfarsótt gevur. Vit eru…

Einfaldari at fáa útgoldið pensión úr Danmark

Nú verður lættari hjá túsundtals føroyingum at fáa síni skattaviðurskifti í lag í sambandi við útgjald av pensjónum úr donskum pensjónskassum. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur seinasta árið fleiri ferðir heitt á danska skattamálaráðharran, Morten Bødskov, um at broyta skipanina fyri útgjaldi úr donskum pensjónskassum, soleiðis at hendan tekur atlit til, at føroyingar búsitandi í Føroyum…