Katrin á Lakjuni er ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2026

Ársins sjúkrarøktarfrøðingur hevur til fulnar megnað at menna og profilera sjúkrarøktaryrkið á ein sera jaligan hátt. Hon er málrættað, semjusøkjandi, erlig og meistrar í einum ofta pressaðum og hektiskum gerandisdegi at hava nógvar bóltar í luftini og samstundis finna góðar og haldgóðar loysnir, ið eru loyalar bæði ímóti ovastu leiðsluni og starvsfólkunum. Hon er saklig…

Halla Durhuus er ársins álitisfólk 2026

Í teimum stóru broytingunum, sum deildin hevur verið fyri, hevur Halla gjørt alt tað, sum eitt álitisfólk eigur at gera og nakað væl afturat. Halla hevur verið eitt stavnhald fyri okkum allar og hevur ferð eftir ferð hildið starvsfólkahópinum saman og verið okkara talurør bæði fyri felagi og leiðslu. Hon hevur staðið við okkara lið,…

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimið á Sýnini

  Vit leita eftir júst tí rætta sjúkrarøktarfrøðinginum, sum ynskir at gera mun innan eldraøkið. Á heiminum á Sýnini í Miðvági hava vit 29 búpláss. Vit eru partur av Vesturvón, sum veitur ymiskar tænastur til borgarar í Vága- og Sørvágs kommunu. Miðstova og Innistova eru ætlaðar til minnisveik. Deildirnar báðar hoyra saman, men tey búfólk,…

Fasti Gerðarrættur hevur talað

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fekk í gjárkvøldið úrskurðin frá Fasta Gerðarrætti í trætuni um § 26 Halgidagar og § 27 Samdøgursvakt í sáttmálanum millum Flagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið Felagið hevur fingið viðhald í okkara kravi. Felagið fer nú at seta seg í samband við Fíggjarmálaráðið

Heimasjúkrarøktarfrøðingur til Vesturvón

Vit leita eftir einum sjúkrarøkarfrøðingi, sum kann røkja eitt farloyvisstarv sum heimasjúkrarøktarfrøðingur.   Er tú eldhugað/ur og samstarvsinnað/ur sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað møguliga júst tær, vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelaga.   Vesturvón er eldrasamstarvið millum Sørvágs- og Vága kommunu. Aðalmálið hjá Vesturvón er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru, og…

Okkum varð lovað styttri arbeiðviku, nú skulu vit arbeiða 40 tímar um vikuna 3 ár longri.

Fríggjadagin fer uppskotið um at hækka eftirlønaraldurin til 3. viðgerð. Væntandi verður uppskotið samtykt og sostatt verður eftirlønaraldurin 70 ár hjá vanliga føroyinginum. Løgmaður segði, at hendan lógarbroytingin var neyðug fyri at tryggja búskaparliga haldførið frameftir og vælferðarsamfelagið fyri okkara eftirkomarar. Ført varð fram, at lógarbroytingin loysti helvtina av búskaparligu avbjóðingunum, ið liggja fyri framman.…

Verkfalsrættur undir álopi

Felags fráboðan frá Heilsuhjálparafelag Føroya og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Í farnu viku sendi Fíggjarmálaráðið út almenna fráboðan. Fráboðanin er skelkandi lesnaður. Hon snýr seg um stórar avmarkingar í sambandi við verkfall. Endamálið við avmarkingunum, sigur Fíggjarmálaráðið vera, at verja lív og heilsu, meðan vit fakfeløg stríðast fyri at betra korini hjá løntakarum. Ráðið vil vera…

Tryggleikin verður tikin frá okkum!!!

Politiski myndugleikin er vorðin kaldur og kensluleysur. Uttan fyrilit til menniskjaligu rættindini til verandi pensjónsaldur, er ætlanin at kroysta enn eina hækking av pensjónaldrinum niður yvir borgaran. Atlit verður ikki tikið til, at heilustøðan hjá fólkinum ger, at ein stórur meiriluti ikki megnar at arbeiða ellisárini. Ein stórur partur av fólkinum verður á henda hátt…

Kensluligu krøvini hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum

Súsanna Olafsdóttir Skaale og Annika Helgadóttir Davidsen hava gjørt kanningina Kensluligu krøvini hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum. Endamálið við kanning var at fáa innlit í, hvussu kenslulig krøv í arbeiðinum hjá sjúkrarøktarfrøðingum kunnu ávirka arbeiðsførleika og orku at framhaldandi veita umsorgan og fakliga dygd í teirra arbeiði. Øll kanningin kann lesast her.

Úrslitið av nevndarvalinum

Eftir aðalfundin 15. mars er Súsanna Funding er afturvald og Joan Mohr Mikkelsen nývald í nevndina hjá FFS Tiltakslimir eru Guðrið Óluvudóttir og Birita T. Clementsen Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskir tykkum hjartaliga tillukku við valinum

Nevndarvalið 2025

Góðu limir Tað hava verið tekniskir trupuleikar við valinum, men trupuleikarnir eru nú loystir. Um onkur tykkara framvegis ikki hevur fingið leinkju til valið, vinarliga gev felagnum boð á info@sjukrarokt.fo seinast í morgin, hósdagin 6. mars, kl 15:00 Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar  

Ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2025?

Hevur tú uppskot til ársins sjúkrarøktarfrøðing 2025?   Felagið hevur  avgjørt at limir felagsins skulu hava møguleika at velja ársins sjúkrarøktarfrøðing 2025. Orsøkin til hesa avgerð er, at sjúkrarøktarfrøðingar í dagliga arbeiðinum eru fyri stórum avbjóðingum – bæði fakliga og kensluliga. Felagið virðismetir arbeiðið tit gera, og vil tí heiðra ársins sjúkrarøktarfrøðing.   Fortreytirnar fyri…

Ársins álitisfólk 2025

Ársins álitisfólk 2025   Hevur tú hug at velja títt álitisfólk til ársins álitisfólk 2025?     Á aðalfundi felagsins í 2016 var tosað um, at velja ársins álitisfólk. Felagið hevur tikið hetta til sín, tí vit meta, at arbeiðið, sum álitisfólk gera, er av stórum týdningi – bæði fyri felagið, limir og leiðslur. Eitt…

Stovnan av fakligum áhugabólki í skurðsjúkrarøkt

Lýsing Stovnandi aðalfundur fyri fakligan áhugabólk fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava áhuga fyri skurðsjúkrarøkt, verður í hølunum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar tann 30.mars kl.16.00. Endamálið við áhugabólkinum er at fremja samanhald og samstarv millum limirnar í bólkinum – bæði millum sjúkrahús og deildir- umframt at menna fakligu førleikarnar hjá okkum innan økið. Møtið fjølment. Vegna stigtakarnar.

Góðu limir

    Hvør eri eg: Eg eiti Guðrið Òluvudóttir, eri 47 ár og búgvi í eysturbýnum í Havn. Eg eri gift við Boga Bjarnason, og saman hava vit 5 børn íalt, í aldrinum 26-13 ár. Eg varð útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 2002, og seinastu 19 árini, havi eg starvast í endoskopiini á LS. Seinastu árini, havi…

Góðu limir

Um meg sjálva: Eg eiti Joan Mohr Mikkelsen, og eg eri 40 ára gomul. Eg búgvi í Tórshavn saman við manninum og tveimum av okkara 4 gentum. Ùtbúgving: Sjúkrarøktarfrøðingur á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya januar 2011 1/6 Modul Kliniskur vegleiðari á UCL í Odense juni 2014 2/6 Modul Praksis og Videnskabsteori á UCL í Odense juni 2015…

Góðu limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Góðu limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar   Eg bjóði meg enn einaferð fram sum nevndarlim í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Tað hevur verið ein heiður at umboða fakfelagið hesi seinastu fýra árini, og eg bjóði meg fram til enn eina setu.   Ein kann freistast til at hugsa, um tíðin man vera farin frá fakfelagsrørsluni. Munnu…

Tí stilli eg upp til nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Tí stilli eg upp til nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Eg eiti Birita Tollaksdóttir Clementsen, eri 55 ár og búgvi í Hoyvík saman við manni og børnum.  Eg varð útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur í apríl 1995, tók B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði í 2011 og Diplom í leiðslu í 2020. Fyrsta árið eftir útbúgvingina arbeiddi eg á Medisinskari…

SJÚKRARØKTARFRØÐINGUR TIL DEMENSDEPILIN Á TJARNARGARÐI

SJÚKRARØKTARFRØÐINGUR TIL DEMENSDEPILIN Á TJARNARGARÐI   Hevur tú útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, og vilt tú vera við til at menna virksemið á Demensdeplinum, sum lat upp í apríl 2021, so er tað tær vit leita eftir. Tú gerst partur av einum starvsfólkahópi, sum hevur drúgvar royndir á demensøkinum. Demensdepilin er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum…

Sjúkrarøktarfrøðingur til Lava- Luddalon á Tjarnargarði

Sjúkrarøktarfrøðingur til Lava- Luddalon á Tjarnargarði Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri búfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Lava-/Luddalon. Lava-/Luddalon á Tjarnargarði er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, og er ein bú- og røktardeild við 24 búplássum. Her…

Hesi hava boðið seg fram til forfólka- og nevndarvalið í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Tá freistin, at stilla upp til forfólka – og nevndarvalið í Felagnum Føroyskir Sjúrkarøktarfrøðingar, var úti kl 16.00 1. februar, hevði eitt valevni boða frá uppstilling til forfólkasessin og fýra boða frá uppstilling til teir báðar nevndarsessirnar, ið standa fyri vali.   Ein hevur bjóða seg framm til forfólkasessin og er tað Óluva í Gong.…

Aðalfundurin er evsti myndugleiki felagsins

Góðu limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar   Fleiri miðlar hava seinastu tíðina borið tíðindini um, at eftirløntir limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki hava valbæri ella valrætt á aðalfundi felagsins.   Nevndin í felagnum skilir væl støðuna hjá eftirløntu limunum og tær reaktiónir, ið vit síggja í miðlum og í okkara samrøðum við hesar limir.…

Sjúkrarøktarfrøðingar til Heimið á Sýnini

Sjúkrarøktarfrøðingar til Heimið á Sýnini   Vit leita eftir júst teim røttu sjúkrarøktarfrøðingunum, sum ynskja at gera mun innan eldraøkið.   Á heiminum á Sýnini í Miðvági hava vit 29 búpláss og 6 stutttíðarpláss. Vit eru partur av Vesturvón, sum veitur ymiskar tænastur til borgarar í Vága- og Sørvágs kommunu. Uppistova hevur 10 búpláss og…

Forkvinnu/mans- og nevndarval í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Brennir tú fyri fakfelagsarbeiði, so hevur tú møguleikan nú at stilla upp til forkvinnu/mann- og nevndarvalið í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Forkvinna/maður og tveir nevndarlimir standa fyri vali í ár. Hevur hetta tín áhuga, send felagnum so nakrar reglur um hví tú ynskir at stilla upp og mynd av tær. Uppstillingin skal sendast til alj@sjukrarokt.fo og…

Kunning um halgidagar

Nú stundar jólahalgan til, og fólk gleða seg at fara heim at halda jól við sínum kæru. Ikki allir sjúkrarøktarfrøðingar hava tó henda møguleika. Sjúkrahús, røktarheim, heimasjúkrarøktin, v.m. skulu verða mannað – eisini um høgtíðina. Í hesum sambandi koma sjálvsagt fleiri fyrispurningar frá limum okkara um, hvussu arbeiddir tímar skulu førast á halgidøgum. Ásetingin um…

Nánd heimatænastan søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi

Ein av okkara heimasjúkrarøktarfrøðingum fer frá fyri aldur og er tí eitt starv sum heimasjúkrarøktarfrøðingur hjá Nánd í starvsbrøki 0,6 leyst at søkja frá 1.desember 2024 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og tilkallivaktum á nátt. Hevur tú áhuga í at veita dygdargóða tænastu til borgarar í egnum heimi, so er tað…

Sáttmáli er inntriv í leiðslurættin hjá arbeiðsgevaranum.

Hvør er upprunin til fakfelagssrørsluna? Fakfelagssrørslan er sprottin burturúr, at arbeiðstakarin hevur havt ring og órímilig kor at virka undir. Tað hevur verið neyðugt, at fólk hava tikið saman lógvatak fyri at standa upp fyri sínum rættindum sum arbeiðstakari. Ongin rættindi í heimssøguni eru dottin niður av himli. Ongin rættindi yvirhøvur eru fingin uttan, at…

Álitisfólkaval

Álitisfólkaval stendur fyri durum, og hevur tú hug at gera tína ávirkan og økja um tína vitan innan fakfelagsarbeiði, er møguleiki til tað nú.   Álitisfólk fáa høvi at læra um álitisfólkavirksemi, sáttmálan, lógir, sáttmálasamráðingar v.m.. Við øktari vitan økist eisini áhugin fyri arbeiðinum.   Álitisfólkið er knýtt at ávísum arbeiðsplássi og hevur beinleiðis samband…

Deildarleiðari til handarustovu á Lágargarði

ERT TÚ TANN VIT SÓKNAST EFTIR? Kundi tú hugsað tær, at staði á odda fyri demensdeildini Handarustovu og verið við til at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólki har, so er tað tær vit leita eftir. Deildarleiðarastarvið er leyst at søkja, við starvsbyrjan 1.nov 2024 ella eftir avtalu. Deildarleiðarin vísir til eindarleiðaran, og gerst…

Spurnarkanning – virðing, starvsinnihald og kyn

Góðu limir Tað hevði verið ein stór hjálp, um tit taka tykkum tíð at svara hesi spurnarkanningini. Endamálið við spurnakanning er at staðfesta, í hvønn mun starvsfólk á umsorganarøkinum kenna, at størv teirra eru vird, at útvega størri vitan um starvsinnihald á økinum og at fáa eina fatan av, hvussu kyn ávirkar størv og løn.…

Verkætlan játtað

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur, í samstarvi við Súsannu Olafsdóttir Skaale og Anniku Helgadóttir Davidsen, fingið pening frá Granskingarráðnum til granskingarverkætlanina:   ”kensluligu krøvini hjá føroyskum umsorganarstarvsfólki”   Kensluligu krøvini, ið sett verða umsorganarstarvsfólki, eru ofta stór. Gransking vísir, at hesi starvsfólk, í størri mun enn onnur, eru í vanda fyri umsorganarmøði og at brenna út…

Stuðul til arbeiðarafeløgini

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil hervið lýsa sín fulla stuðul til arbeiðarafeløgini í stríðnum fyri betri løn og arbeiðskorðum. Nú arbeiðarafeløgini hava lýst verkfall á teirra starvsøki noktar FFS limum sínum at taka upp verkfallsrakt arbeiði. Um tað eru ivamál um hvat verkfallsrakt arbeiði er á einkultu starvsstøðum, vinaliga vendi tykkum til álitisfólkini ella felagið.

Heimasjúkrarøktarfrøðingur til Vesturvón

  Ert tú ein eldhugaður og samstarvsinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað júst tær, vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelaga. Vesturvón er skipað interkommunalt, og eru tað umleið 150 fólk, sum fáa tænastu frá okkum. Talan er um samskipaða tænastu, sum kann vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi venjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir…

VARADEILDARLEIÐARI TIL BARNSBURÐARFARLOYVISSTARV Á MIÐSTOVU Á LÁGARGARÐI, ENDURLÝSING

Vegna ov fáar umsóknir til starvið, verður tað hervið endurlýst.   Er tú tann vit sóknast eftir? Er eldraøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegið og hegnið til áhaldandi at menna tilboðið til búfólk á eldrabústovni, so er tað møguliga tær vit sóknast eftir. Barnsburðarfarloyvisstarv sum varadeildarleiðari í tíðarskeiðnum 15.04.2024 – 01.07.2025 er…

Sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð í Leirvík

Giljagarður søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. juni 2024 ella skjótast gjørligt aftaná. Talan er um starvsbrøk 0,7, ið svarar til eitt miðaltímatal á 28 t/viku. Starvast verður í skiftandi vaktum og í miðal 3. hvørt vikuskifti. Giljagarður er eitt sambýli til 10 fólk, og har arbeiða sjúkrarøktrfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk umframt køksstarvsfólk og reingerðarfólk.…

Aðalfundur hjá FÁG4

Aðalfundurin hjá Fág4 verður mánadagin 8. apríl kl 18:00 í Lucas Debesargøtu 14 við hesi dagsskrá   §9 Aðalfundur Val av fundarstjóra Val av atkvøðuteljara Góðkenning av dagsskrá Frágreiðing formansins Framløga av fíggjarætlan Val av nevndarlimum Innkomin uppskot Val av grannskoðara Ymiskt Ad 6) Fyri vali standa Herborg Petursdóttir, Eileen Durhuus og Sunnuva á Lakjuni.…

Hann, ið hevur, honum skal verða givið

  Eitt hart 2023 er farið framvið. Nú vit skriva 2024, kunnu vit hyggja aftur á árið, ið fór. Gera eina eftirmeting av lønarsamráðingunum, sum vardu frá apríl 2023 til miðjan novembur. Á felagnum vóru vit klár í góðari tíð. Ætlanin var heilt greitt, at nýggi sáttmálin skuldi verða klárur, tá gamla sáttmálaskeiðið var runnið.…

FPS aðalfundur

Aðalfundur hjá FPS, Føroyskir Psykiatriskir sjúkrarøktarfrøðingar verður hildin á Hotel Brandan týsdagin 19. Mars kl. 16.30  Ert tú ikki limur, so ber til at melda seg sum lim áðrenn aðalfundin     Skrá: May-Britt Skoradal, Phd og adjunktur á fróðskapasetri Føroya tosar um “ÍTRÓTTUR/RØRSLA SUM HEILIVÁGUR” Aðalfundur sambært viðtøkum felagsins Nevndarval – trý umboð í…

Ársins álitisfólk 2024

Hevur tú hug at velja títt álitisfólk til ársins álitisfólk 2024?   Á aðalfundi felagsins í 2016 var tosað um, at velja ársins álitisfólk. Felagið hevurt tikið hetta til sín, tí vit meta, at arbeiðið, sum álitisfólk gera, er av stórum týdningi – bæði fyri felagið, limir og leiðslur. Eitt arbeiði, ið kanska ikki altíð…

Hevur tú uppskot til ársins sjúkrarøktarfrøðing 2024?

  Felagið hevur  avgjørt at limir felagsins skulu hava møguleika at velja ársins sjúkrarøktarfrøðing 2024. Orsøkin til hesa avgerð er, at sjúkrarøktarfrøðingar í dagliga arbeiðinum eru fyri stórum avbjóðingum – bæði fakliga og kensluliga. Felagið virðismetir arbeiðið tit gera, og vil tí heiðra ársins sjúkrarøktarfrøðing.   Fortreytirnar fyri at kunna veljast til ársins sjúkrarøktarfrøðing eru:…

FÁG4 skipar fyri temadegi um palliatión

Palliatión Fág4 skipar fyri temadegi um palliatión Mánadagin 4. mars 2024 á hotel føroyum, við hesi skrá:   Kl. 8.30-9.00 Morgunmatur Kl. 9.00-12.30 – Yvirskriftin kemur seinni. Anders E. Bøgesvang, lækni í anæstesiologi, avanseraðari pínuviðgerð og palliativum medisini – Palliativ sjúkrarøkt. Hansina Mikkelsen, sjúkrarøktarfrøðingur við víðariútbúgving innan palliatión Kl. 12.30-13.15 Miðmáli Kl. 13.15-15.30 – Umsorgan…

Aðalfundur hjá FÁ2

Fá2 bjóðar limum til aðalfund tann 22 februar 2024   Fundurin verður í hølum felagsins í Lucas Debusargøtu 14 kl 17-20   Skrá: Kl 17 – 17:45 Upplegg frá Anniku Lindenskov um masterritgerðina: ”Sex differences in lung cancer in the Faroe Islands 2015-2020”   Kl 17:45 – 18:30 Máltíð   Kl 18:30 – 19 Aðalfundur…

Spennandi ráðstevna fyri leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar

Spennandi ráðstevna fyri leiðandi sjúkrarøktarfrøðingum verður á Hotel Føroyum tann 30. og 31. mai 2024. Heitið á ráðstevnuni er “Mentoring and good relations improve our leadership”   Tað er LNN, Ledernas Netverk i Norden, sum fyriskipar saman við Fakliga áhugabólkinum fyri leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar FÁ6.   Skunda tær og melda teg til, tí prísurin hækkar 1. februar 2024.   Tilmelding er…

Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimið á Sýnini

  Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað kanska júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.   Á heiminum á Sýnini hava vit bú-, endurvenjingar-, og umlættingarpláss. Vit eru partur av Vesturvón, sum veitur ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp,…

Deildarleiðari til Eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Eitt spennandi starv sum deildarleiðari fyri Gøtubrá er leyst at søkja. Eldrasambýlið Gøtubrá er í tveimum hæddum. Ovara hæddin er røktardeild til 10 borgarar og niðara hæddin hevur pláss til átta borgarar við demens. Um starvið: Deildarleiðarin virkar fyri, at búfólk og starvsfólk trívast og hava góðar umstøður at liva og virka. Hetta inniber, at tú…

Deildarleiðarastarv á Lágargarði

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur og dámar tær leiðslu? Kundi tú hugsað tær, at staði á odda fyri røktardeildini Miðstovu og verða við til at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk sum búgva har, so er tað møguliga tær vit leita eftir, nú deildarleiðarastarvið á Miðstovu er leyst at søkja, við starvsbyrjan 1. desember 2023 ella…

Sjúkrarøktarfrøðingur til farloyvisstarv

Hevur tú áhuga í at veita sjúkrarøkt til borgarar í egnum heimi, so er tað møguliga tær, vit søkja eftir. Søkt verður eftir Sjúkrarøktarfrøðingi at byrja í forloyvsstarvi 15. november 2023 (ella skjótast tilber) og fram til 30. apríl 2024 . Miðalarbeiðstíðin er 32 t/viku ella eftir ynski. Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og…

Herða verkfalli hósdagin 19. oktober 2023 kl. 08:00

Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar skurðsjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá hósdegi 19. oktober 2023 kl. 08:00, ið arbeiða á niðanfyri standandi deild: Skurðdeildin á Suðuroyar sjúkrhúsið vegna Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar     Óluva í…

Herða verkfallið mikudagin 18. oktober 2023 kl. 08:00

Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar skurðsjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðara og varaleiðara frá mikudegi 18. oktober 2023 kl. 08:00, ið arbeiða á niðanfyri standandi deild:   Skurðdeildin á Landssjúkrahúsinum   Skopieindin er ikki umfatað av hesi fráðboðan…

Herða verkfallið týsdagin 17. oktobur 2023

Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar skurðsjúkrarøktarfrøðingar og deildarleiðara frá týsdegi 17. oktober 2023 kl. 08:00, ið arbeiða á niðanfyri standandi deild:   Skurðdeildin á Klaksvíkar sjúkrahúsi   vegna Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar     Óluva…

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar herðir verkfallið

Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá fríggjadegi 13. oktober 2023 kl. 08:00, ið arbeiða á niðanfyri standandi deildum: Klaksvíkar Sjúkrahús: • Almen kirurgisk ambulatorie • Ortopædisk ambulatorie • Urologisk ambulatorie…

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar herðir verkfallið

Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar og deildarleiðarar frá mikudegi 11. oktober 2023 kl 8.00, ið arbeiða á niðanfyri standandi deild/um:   Medisinskt ambulatorium, Landssjúkrahúsið Undantikið: Krabbamein Giktasjúkur Maga-tarmsjúkur Blóðsjúkur Palliativa toymið Hæmodialýsa Fráðboðanin…

Verkfallið verður hert

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar herðir nú verkfallið. Frá mánamorgni 9. oktober herða vit verkfallið til eisini at fevna um skurðambulatoriið. Síðan mánadagin hava vit verið í verkfalli á øllum seingjardeildum í Havn, Klaksvík og Tvøroyri. Hetta verkfall var eitt neyðugt stig, eftir at Fíggjarmálaráðið seinasta hálva árið hevði noktað at flutt seg ein tumma í samráðingunum.…

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur sent soljóðandi skriv til Fíggjarmálaráðið

Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá mánadegi 2. oktober 2023 kl. 08:00, ið arbeiða á niðanfyri standandi deildum: Landssjúkrahúsið A2 A3 B5 B6 B7 B8 G1 G4 P40/PI P40/PA Klaksvíkar…

Semingsroyndin miseydnaðist

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag hitst, saman við Fíggjarmálaráðnum, hjá Semingsstovninum. Niðurstøðan á fundinum var, at semingsroyndin bar ikki á mál. Sáttmálin gekk út 1. Januar 2023. Vit hava nú sitið til samráðingar, síðani í apríl mánaða. Tað eru eftir hondini 10 mánaðir síðani, at sáttmálin gekk út. Vit eru farin bæði til samráðingarnar…

Semingsuppskotið havnað

Eftir drúgvar og truplar sáttmálasamráðingar, varð semingsstovnurin boðsendur 24. august. 12. september innkallaði  semingsstovnurin Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar til seming  tó uttan at tað bar á mál. Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag havnað semingsuppskotinum. Nevndin vil nú brúka teir næstu dagarnar at umhugsa  støðuna.

Kunning frá PKA

Vi har i sidste uge haft nogle udfordringer med www.pka.dk, som gjorde at bl.a. sygeplejersker på Færøerne ikke kunne logge på.   Disse udfordringer er nu løst og sygeplejerskerne skal gøre følgende, når du er vil logge på www.pka.dk:   Gå på www.pka.dk Tryk på ”Log på” i øverste højre hjørne. Tryk på teksten ” Ert tú Føroyingur? –…

Postarasýning á Landssjúkrahúsinum

Partur av endaligu próvtøkuni til sjúkrarøktarfrøðing er at miðla ta gransking sum bacheloruppgávunar byggja á. Hetta hevur seinastu árini verið gjørt við, at hava eina framsýning við ”postarum” , har bacheloruppgávunar verða lýstar. Í dag kl. 14.00 byrjaði framsýningin  í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Ein áhugaverd framsýning, ið setur sjóneykuna á nýggjastu gransking innan sjúkrarøkt í…

Er Landsbankin vorðin ørindasveinur arbeiðsgevarans?

So varð aftur eitt tíðindaskriv sent frá Landsbankanum. Hesaferð var skrivið ikki sent vegna formannin í Búskaparráðnum, men frá Landsbankanum sjálvum. Eftir at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið fría mikrofon frá fjølmiðlunum seinastu dagarnar, so ber seinasta skrivið brá av, at Landsbankin hevur gjørt sær dælt av hesum, og tykist mest av øllum at verða ørindasveinur…

Viðmerking til útsøgnina hjá Ruth Vang

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vísir í svari til fyrispurning í løgtinginum á, at umsøkjaratalið til at lesa sjúkrarøktarfrøði er høgt og út frá hesum staðfestir hon, at støðan er góð á økinum. Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gleðist um, at umsøkjaratalið til at lesa sjúkrarøktarfrøði liggur í einari góðari legu. Støðan í okkara grannalondum…

Tíðindaskriv frá FÁG4

Mennandi undirvísing í geriatri Sjúkrarøktarfrøðingar hjá kommununum vóru 29. og 30. mars 2023 á skeiði í geriatri. Tað var Fág4, sum er áhugafelagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum við áhuga fyri geriatri og gerontologi, sum skipaði fyri. Geriatri er læran um sjúkur hjá eldri, og gerontologi er læran um at eldast. Áhugin var stórur, og skeiðið var fullteknað…

Fríi samráðingarrætturin

Sáttmálin millum FMR og FFS gekk út 31. desember 2022. Felagið var klárt at taka samráðingarnar upp, so nýggjur sáttmáli var klárur 1. Januar 2023. Hetta bleiv ikki av nøkrum, tí nýval varð útskrivað, og nýggja landsstýrið skuldi fyrst skipa seg. Eftir Páskir byrja samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar. FFS fegnast um at…

Úrslitið av nevndarvalinum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Nevndarvalið í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er liðugt. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali.   Nýggja nevndin sær nú soleiðis út:   Óluva í Gong, forkvinna stóð ikki fyri vali Súsanna Funding, nevndarlimur stóð ikki fyri vali Anja Perdomo, nevndarlimur stóð ikki fyri vali Ása Samuelsen, nevndarlimur afturvald Teresa Damgaard-Jarnfoss, nevndarlimur afturvald Rakul Pállsdóttir Vang, fyrsti tiltaklimur…

Nevndarval í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Freistin fyri at atkvøða til nevndarvalið er fríggjadagin 10. mars kl 12:00 Limir, ið ynskja at atkvøða, og ikki hava fingið leinkju sendandi, mugu senda sína teldupostadressu til felagið info@sjukrarokt.fo Fyri at felagið kann avgreiða teldupostadressurnar, so limir hava møguleika at atkvøða áðrenn freistin er úti, má felagið hava teldupostadressurnar í seinasta lagi hósdagin 9.…

Ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2023

  Hevur tú uppskot til ársins sjúkrarøktarfrøðing 2023?   Felagið hevur  avgjørt at limir felagsins skulu hava møguleika at velja ársins sjúkrarøktarfrøðing 2023. Orsøkin til hesa avgerð er, at sjúkrarøktarfrøðingar í dagliga arbeiðinum eru fyri stórum avbjóðingum – bæði fakliga og kensluliga. Felagið virðismetir arbeiðið tit gera, og vil tí heiðra ársins sjúkrarøktarfrøðing.   Fortreytirnar…

Ársins álitisfólk 2023

Hevur tú hug at velja títt álitisfólk til ársins álitisfólk 2023?   Á aðalfundi felagsins í 2016 var tosað um, at velja ársins álitisumboð. Felagið hevurt tikið hetta til sín, tí vit meta, at arbeiðið, sum álitisfólk gera, er av stórum týdningi – bæði fyri felagið, limir og leiðslur. Eitt arbeiði, ið kanska ikki altíð…

Nevndarval í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Brennir tú fyri fakfelagsarbeiði, so hevur tú møguleikan nú at stilla upp til nevndarvalið í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Tveir nevndarlimir standa fyri vali í ár. Hevur hetta tín áhuga, send felagnum so nakrar reglur um hví tú ynskir at stilla upp Uppstillingin skal sendast til anar@sjukrarokt.fo og skal verða felagnum í hendi seinast 1. februar…

Varadeildarleiðari til Miðstovu á Lágargarði, barnsburðarfarloyvisstarv

Er eldraøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegi og hegni til áhaldandi at menna tilboðið til búfólk á eldrabústovni, so er tað møguliga tær vit sóknast eftir. Barnsburðarfarloyvisstarv sum varadeildarleiðari í tíðarskeiðnum 1.januar 2023 – 31.desembur 2023 er leyst at søkja. Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran. Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum, Heilsuhúsið og…

Sjúkrarøktarfrøðingur til Hvíldarheimið Naina

Hvíldarheimið Naina søkir eftir royndum sjúkrarøktarfrøðingi til setan frá 1. januar 2023 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv í dag-/kvøld-/náttarvakt í starvsbrøki 0,76. Hvíldarheimið Naina er eitt endurmenningarheim fyri fólk, sum av sjúku ella aðrari orsøk eru viknaði og hava tørv á røkt, viðgerð og umsorgan fyri at koma fyri seg…

Áheitan til politisku skipanina: Styttið arbeiðsvikuna niður í 37 tímar

Best er fyri øll, um arbeiðsvikan verður 37 tímar, og Fakfelagssamstarvið mælir til, at arbeiðsvikan verður stytt sum skjótast.   Fyrimunurin verður, at arbeiðstakarin fær betri umstøður at røkja sítt starv, trivnaðurin økist, vandin fyri strongd minkar, sjúkradagarnir fækka, og arbeiðslag og familjulív verða betri. Hetta fer eisini alt at koma arbeiðsgevarunum til góðar.  …

Spennandi starv sum dygdarmennari á Vesturvón

Vesturvón hevur tørv á einum fakligum dygdarmennara at byrja        1. januar 2023 ella eftir nærri avtalu. Dygdarmennarin skal menna dygdina í tænastunum, sum samstarvið bjóðar. Dygdarmennarin skal, í tøttum samstarvi við stjóran, arbeiða fyri at menna og samskipa eitt dygdargott og lærandi umhvørvi á Vesturvón. Dygdarmennarin hevur eisini uppgávuna at menna tænasturnar og tryggja, at…

Oddagreinin í Vøku nr 2/2022

Tá ið tað stundar móti vali er gávuposin fullur av lyftum til føroyingin. Við jøvnum millumbilum kemur fram, at fólk kunnu fáa pening fyri at vera heima og ansa sínum børnum. Eg fari ikki at blanda meg uppí, hvussu føroyska familian skipar sín gerandisdag. Tað stendur einum og hvørjum frítt at skipa síni viðurskifti heima…

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Álitisumboðsval

  Álitisumboðsval stendur fyri durum, og hevur tú hug at gera tína ávirkan og økja um tína vitan innan fakfelagsarbeiði, er møguleiki til tað nú.    Álitisumboð fáa høvi at læra um álitisumboðsvirksemi, sáttmálan, lógir, sáttmálasamráðingar v.m.. Við øktari vitan økist eisini áhugin fyri arbeiðinum. Álitisumboðið er knýtt at ávísum arbeiðsplássi og hevur beinleiðis samband…

Stil op til valg i din pensionskasse

I efteråret afholder vi valg af delegerede i din pensionskasse: Pensionskassen for Sygeplejersker, Lægesekretærer og Radiografer. Derfor har du nu chancen for at stille op som kandidat og få mere at skulle have sagt. Som delegeret er du nemlig med til at bestemme, hvad pensionsordningen skal indeholde. Du har også indflydelse på, hvordan pensionskassen investerer…

Stakskeið: Venjing sum viðgerð, fyribyrging og heilsufremjan

  Í tíðarskeiðinum 12/9 – 7/11 2022 verður stakskeiðið Venjing sum viðgerð, fyribyrging og heilsufremjan á 7,5 ECTS bjóða út á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi. Skeiðið er sera aktuelt og snýr seg um, hvussu kropslig venjing kann brúkast til at fyribyrgja og viðgera fólkasjúkur. Magni Mohr, professari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, hevur ábyrgdina av…

Summarfrí

  Skrivstova felagsins er stongd vegna summarfrí frá mánadegnum 25. juli og letur upp aftur mánamorgunin 15. august kl. 09:00 Í summarfrítíðini svarar telefonin ikki, men eru átrokandi boð, ber til at skriva til info@sjukrarokt.fo og vit venda aftur sum skjótast.  

22 nýútbúnir sjúkrarøktarfrøðingar

Partur av endaligu próvtøkuni til sjúkrarøktarfrøðing er at miðla ta gransking sum bacheloruppgávunar byggja á. Hetta hevur seinastu árini verið gjørt við, at hava eina framsýning við ”postarum” , har bacheloruppgávunar verða lýstar. Í gjár var hendan framsýning  í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Ein áhugaverd framsýning, ið setur sjóneykuna á gransking innan sjúkrarøkt í Føroyum. Gransking,…

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar óynsktir

Summarið stendur fyri durðum og tað merkir, at avloysarar skulu fáast til vega fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, so hesir fáa hildið sína summarfrítíð. Í fleiri ár hevur verið avbjóðandi at fáa nokk av summarfrítíðaravloysarum og í so máta er árið í ár einki undantak. Um dagarnar frættist, at danska vikarstovan Powercare lýsir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til avloysarastørv á…

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Oddagrein: Dinosaurar

Í skrivandi stund komu aftur boð um, at semingsstovnurin varð boðsendur. Hesu ferð er talan um Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Stutt frammanundan var talan um Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið. Eg siti og undrist yvir gongdina, samstundis sum eg fái tankan, at tað er semingsstovnurin, sum hevur fingið ábyrgdina av at gera sáttmálar og leggja lønarlagið á…